Juno út til Jupiter

Seinni í dag fer amerikanska rúmdarumsitingin NASA at senda rúmdarfarið Juno út á eina fimm ára langa rannsóknarferð til gongustjørnuna Jupiter, sum er tann størsta gongustjørnan í okkara sólskipan.

Ein rakett skal lyfta Juno út í rúmdina. Umleið ein tíma eftir sjálva útskjótingina loysnar rakettin frá Juno, sum so fer undir ta 2.800 milliónir kilometrar longu ferðina út til Jupiter.

Útrokningarnar hjá NASA siga, at Juno fer at koma til Jupiter í juli í 2016. Juno skal so í ringrás um gongustjørnuna og gera eina rúgvu av kanningum.