Junkarin vann í spurtinum

6-mannafør: Hvessingur misti fyrsta plássið síðst í róðrinum

Tað var lagt upp til eina áhugaverda kapping millum 6-mannaførini, mannað við monnum. Strálan vann í Vági, og so var spurningurin um Snopprikkur, ið skuffaði í Suðuroynnni, kundi fóta sær aftur, ella um Hvessingur, sum vann so nógv í fjør, men sum ikki hevur verið so nógv við í ár, kundi vinna sítt gamla pláss aftur,

Hvessingur var leingi fremstur, men kappingin var sera stor. Gongurólvur bjóðaði av, men hann gjørdist ov stuttur í endaligu kappingini, sum stóð millum Hvessing og Snopprikk. Hesin síðst nevndi hevði ein veldugan endaspurt, og á málinum hevði hann lagt Hvessing eina lítla hálva bátslongd aftur um seg.

Strálan megnaði ikki at endurtaka sigurin í Vági, men avrikið hjá teimum vísti, at teir vera við í kappingini á ólavsøku. Tað vera Hvessingur og Gongurólvur eisini, so hóast FM-kappingin er avgjørd, verður síðsta kappingini spennandi.