Dreingirnir umborð á Junkaranum úr Kvívík vóru stinnastir í barnaróðrinum. Av tekniskum ávum eru ongar tíðir. Næstfyrstur á mál var Jomfrúgvin, og Ternan var nummar trý.
Líkindini eru ikki so góð nú, sum tey vóru fyrr í dag, men tað bilar als ikki at rógva. Lotið er eitt sindur frískari, enn tað var. Hann er framvegis lágur í ættini - fyri tað mesta landssynningur men eisini onkra løtuna eitt sindur lægri.
Ein ælingur hóttir úr Haraldsundi, og onkrir dropar kennast.










