5-mannafør kvinnur: Tað eru bara tvær manningar, sum eru við í FM kappingini. Teir eru Junkarin og Jallurin. Undan dagsins róðri høvdu hesir báðir bátarnir vunnið aðru hvørja ferð. Fyri viku síðani vann Junkarin, og aftur í dag vóru tað tær úr Kvívík, sum vóru fremstar.
Kappingin var sera intensiv og tøtt. Jallurin var fremstur, inntil tað varð farið undir endaspurtin. Tá spentu tær á Junkaranum orduliga í, munurin minkaði, og á málinum var tað stevnið á Junkaranum, sum var undan Jallinum.
Úrslitið í dag ber við sær, at Junkarin nú er tvey stig undan Jallinum í kappingini um FM.
Junkarin 04:57.02
2 Jallurin 04:57.19
3 Beinta 05:02.13
4 Blikur 05:02.14
5 Falkur 05:04.00
6 Teistin 05:06.12
Støðan
1 Junkarin 33
2 Jallurin 31
3 Blikur 24
4 Beinta 21
5 Falkur 15
6 Teistin 11