Junior Senior fara hvør til sítt

Teir tveir limirnir Jesper ?Junior? Mortensen og Jeppe Breum ?Senior? Laursen úr danska hittbólkinum Junior Senior fara nú hvør til sítt. Sambært bólkinum er orsøkin til hetta, at teir báðir ynskja at royna okkurt øðrivísi og gera tónleik hvør sær; Jesper ?Junior? í soloverkætlanini ?The Little Sisters? og Jeppe ?Senior? undir navninum ?Jeppe?.

 

Bólkurin hevur verið millum teir donsku bólkarnir, ið hava havt størstu internationalu undirtøku nakrantíð, síðan teir í 2002 hittaðu við fyrstu stakfløguni ?Move Your Feet?, sum varð framleidd av stjørnaframleiðaranum Thomas Troelsen. Fyrsta fløgan frá dreingjunum ?Dddon?t Don?t Stop The Beat? var tó ikki eins væl umtókt og hetta endurtók seg við komandi fløgum teirra.

 

Á MySpace-síðu teirra takka teir báðir fjepparunum teirra fyri allan stuðul og teir skriva, at árini við Junior Senior hava givið teimum fleiri upplivingar, enn teir nakrantíð høvdu droymt um.