Talan er um sama mannin, sum ljóðblandaði konsertina í fjør, og hann er eitt kent navn í donsku tónleikavinnuni.
Teir kalla hann Junior, men fulla navnið er Flemming Hansson. Hann hevur fingist við hópin av kendum nøvnum, bæði í studio og á konsertum.
Hann hevur millum annað ljóðblandað kend nøvn sum Kim Larsen, Sebastian, Will Smith, Ace of Base og Cliff Richard.
Umframt Junior eru góðir føroyskir tøkningar sum Jóhannes Steingrund og aðrir eisini uppi í leikinum, tá ið ljóðið á konsertini skal tryggjast.










