Junior-landsliðið í amboðsfimleiki úttikið

Norðurlandameistara kapping fyri juniorar verður tann 25. & 26. mai í Noregi. Í tí sambandi skipaði Føroya Fimleikasamband fyri úttøku til eitt junior-landslið.

 

Úttøkan var sunnudagin tann 12. mai 2013 í Fimi, har landsliðsvenjarnir tóku hesi út til junior-landsliðið.

 

Gentu landsliðið:

Lív B. Árting, HF

Vár B. Árting, HF

 

Dreinga landsliðið:

Heini Mohr Samson, HF

Aron Jacobsen, HF

Rani A. Dalsgarð, HF

Hannes Agnarsson, HF

 

Landsliðsvenjari á gentu landsliðnum Alida Savin, og landsliðsvenjari hjá dreinga landsliðnum er Valery Savin.

 

Á myndini sæst Hannes Agnarsson