Juni ? ein hendingaríkur mánaður

Tíðin, sum vit nú ganga á møti, verður vanliga millum fjølmiðlafólk kallað agurkutíð, tí tá gera fólk seg so smátt út til at fara í feriu, tá lata ymsir stovnar aftur ella minka um sítt virksemi, eitt nú leggur løgtingið niður sítt arbeiði, ja tað er tann tíðin, tá steðgað verður eitt sindur á og nógv virksemi líkasum fer í dvala. Men taka vit hendingarnar í farna mánað, og tær sum standa fyri framman, so er nógv, sum bendir á, at tað verður eingin agurkutíð á hesum sinni. Í hvussu er verður hon nakað útskotin.

Stóru málini hesar seinastu dagarnar hava verið trupulleikarnir í kirkjuni, stríðið um postverkið og so tann óhugnaliga skjótihendingin í Klaksvík, alt mál, vit fara at hoyra nógv meira til komandi dagarnar. Men haraftrat standa nógv onnur stór mál á skránni, eitt nú 1000 ára haldið fyri krsitniboðanina í Føroyum og harvið eisini drotningavitjanin, eitt mál, sum fer at fáa stóra umrøðu í miðlunum.


Eitt annað stórmál eru samráðingarnar við donsku stjórnina. Her er talan um enn eitt umfar í samráðingunum, og sum skilst eisini eitt sera avgerandi umfar, nú báðir partar hava sett fram krøv og ynski síni. Grein 19 nevndin hjá løgtinginum er júst liðug við sítt arbeiði, og hetta er eisini eitt stórt og álvarsligt mál. Tingið verður so innkallað fyrsta dagin at umrða eykajátttan til postverkið. Tá hugsað verður um, hvussu ósamdir landsstýrisflokkarnir hava verið í hesum máli, so má roknast við lívligum orðaskifti.


Enn eitt politiskt mál er »Signar á Brúnni kanningin«. Tjóðveldisflokkurin hevur kravt, at hetta málið verður kannað, men tað er greitt, at nú spurningurin um fullveldi og samráðingar við danir er so aktuelt, og formaður Tjóðveldisfloksins er so nær tengdur við hetta mál, so neyvan er væntandi, at hann heldur fram at røkja starvið sum landsstýrismaður í menta- og útbútgvingarmálum. Tað hevur ljóðað, at onkur verður settur í heita sessin hjá Signar á Brúnni fyri at avlasta formannin, sum sjálvandi er illa sperdur at skula umsita ein tann heitasta sessis samstundis sum hann skal taka sær av samráðingunum við danir. Og neyvan er hugsandi, at formaður Tjóðveldisfloksins er fegin um at skula sita í hesum heita sessinum, nú tá útlit eru til, at eyma málið um Kirkjubømúrin aftur er komin fram. Man ikki formaður Tjóðveldisfloksins vilja sleppa sær úr hesum sessin meðan gott er, tí tað kann hugsast at koma honum aftur um brekku, um hann sum formaður floksins skal til at skera ígjøgnum í einum máli, sum liggur mitt í hjartanum á tjóðveldisins háborg. Men kemur annar persónur í henda sess nú, so merkir tað væl, at flokkurin med alla hevur sagt Signar á Brúnni farvæl í landsstýrinum.


Onnur mál, sum vit fara at hoyra meira til komandi dagarnar, er m. a. vegagerðin til Vágatunnilin, sum varð reist í Sosialinum herfyri. Har er neyvan seinasta orð sagt. Eisini eitt annað stórmál er nýtslan av rúsandi evnum so sum hassji og uppaftur sterkari evnum í Føroyum. Men sum rossinan í pylsuendanum so hevur víðgongdi umhvørvismaðurin, Paul Watson, sagt frá, at hann kemur til Føroya í juni. Eisini europameistarakappingin í fótbólti verður í næstum, og tað er so eisini nakað, sum nógvir føroyingar fara at fylgja væl í. Og so verður eisini sett hol á stevnurnar, har tjóðarítrottur okkara, róðurin, verður í fokus. Tí bendir alt á, at vit fáa ein sera hendingarríkan mánað.