Juni 2013: Politistar verða sjúkir av blámusoppi

Brot og bitar úr Sosialinum í 2013

Í spildurnýggju politistøðini í Havn, eru umstøðurnar so vánaligar, at næstan allir politistar og øll skrivstovufólk verða sjúk, hvønn einasta dag, tey fara til arbeiðis.
- Nú er tolið uppi og tað kann koma tann dagur, tá ið vit ikki vilja fara til arbeiðis.
Jan Poulsen er formaður í Politistafelag Føroya og hann sigur, at umstøðurnar, politistarnir hava at arbeiða undir, at hetta kann ikki ganga longur.
Fyri góðum tveimum árum síðani flutti politiið úr gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu, tí har varð blámusoppur. Ístaðin varð flutt í spildurnýtt hús Yviri við Strond. Men tað var sum at fara úr øskuni í eldin.
- Vit høvdu hoyrt graml um, at blámusoppur eisini er í nýggju politistøðini. Og tað vísti seg eisini skjótt, at okkurt var galið, tí fólk fóru at vísa sjúkutekin, tá ið tey komu til arbeiðis, sigur Jan Poulsen.

Illa plágað
Síðani hevur tað bara vundið upp á seg. Og nú hevur Politistafelagið staðið fyri eini kanning, har 75 starvsfólk hjá politiðnum eru spurd um tey verða ótilpass, ella hava sjúkutekn, tá ið tey eru til arbeiðis. Og úrslitið kemur heilt óvart á formannin í Politistafelagnum.
- Tað vísir seg, at av teimum 75 fólkunum, sum vórðu spurd, eru tað bara fimm, sum siga, at tey merkja einki.
Øll hini 70 fólkini hava ampar í størri og minni mun, hvørja ferð, tey eru til arbeiðis.
- Hjá 10-12 starvsfólkum er tað so álvarsligt, at tey noyðast at taka heilivág dagliga fyri at kunna vera til arbeiðis.
Vanligu sjúkuteknini eru høvuðpína, skriði í eygunum og turr húð. Men nógv eru eisini óvanliga troytt, hava trupulleikar at miðsavna seg um arbeiðið, hava kvalma og hava skriða um allan kroppin.
Fleiri fáa sár ymsastaðni. Eru tey burtur frá arbeiði eina tíð, er alt í lagi, men so títt og knapt, tey koma aftur, bróta sárini upp aftur.
Somuleiðis eru nógv illa fongd við krími, ella tey missa málið í størri og minni mun
Jan Poulsen sigur, at alt hetta hevur eisini elvt til fleiri sjúkrameldingar. Sjálvur er hann illa plágaður.
- Eg verði hásur og trongur fyri bringuna, hvørja ferð fari til arbeiðis. Tað rennur eisini úr eygunum alla tíðina, eg havi smá sár í eygnakrókunum og skriða um allan kroppin.
- Samstundis eri eg altíð øgiliga troyttur, og eftir eina dagvakt er tað ikki fyrenn nakað út á kvøldið, at eg komi fyri meg aftur.

Aðrar orsøkir enn Strandarlon
Eigarin av bygninginum, har politiið húsast nú, er Gullak Madsen, sum eisini leigar út aðrar bygningar í høvuðsstaðnum. Hann sigur, at enn ber ikki til at siga, um blámusoppur er í Strandarlon, har politistarnir halda til.
- Kanning er gjørd av inniluftini, og tann kanningin prógvar, at einki er galið við inniluftini í bygninginum, sigur Gullak Madsen.
Sambært honum eru politistarnir illa fyri, av øðrum orsøkum enn blámusoppi á hansara bygningi.
- Politistarnir siga einki um, at uniformarnir, teir brúka, hanga í einum øðrum húsi, og harafturat venja politistarnir eisini í einum øðrum høli. Eg havi illgruna um, at tað er haðani, teir fáa hetta ovurviðkvæmi, sum teir dragast við, sigur Gullak Madsen, sum ilskast inn á politistarnar.
- Eg haldi, at tað er vánaligt av politinum at koma fram við hesum, tá eingin blámusoppur er staðfestur inni í bygninginum enn. Tað er djúpt undir beltistaðið. Um hetta málið ikki verður loyst skjótt, so verða teir uppsagdir sum leigarar, sigur Gullak Madsen.

***

Gadus gjørdi roktúr
Flakatrolarin Gadus er farin av sigla heim úr Barentshavinum. Hetta er besti túrur hjá skipi og manning nakrantíð. Gadus, sum fór avstað hin 6. mai, hevur longu fulla last, umleið 740 tons.
Tað merkir, at 28 dagar eftir, at skipið loysti úr Føroyum, er lastin full, og tað er ivaleyst ein av bestu túrum til veiði eystanfyri nakrantíð.
Úr Klaksvík verður sagt, at hetta er besti túrur hjá Gadusi, síðan JFK-Trol keypti flakatrolaran. Tað tók bert 23 samdøgur at fiska hesi 740 tonsini, og tað eina samdøgnið settu teir eisini egið met við at fáa heili 43 tons í lastina eftir bert 24 tímum. Føroyska kvotan er í russiskum sjógvi í Barentshavinum.

***

Skjaldrarmerkið stolið
Íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Þórður Bjarni Guðjónsson, gjørdist ikki sørt kløkkur, tá hann kom til arbeiðis á aðalkonsuláti Íslands í Fútastovu í Havn nú ein morgunin. Onkur hevur stolið skjaldrarmerkið, sum varð skrúvað fast við sjey skrúvum á veggin á Fútastovu móti Konabrúnni. Tórður Bjarni veit ikki, hvat er hent, um tað er onkur, sum spælir aðalkonsulátinum eitt púss, ella um fólk savna upp á slíkar lutir, sum íslendska skjaldrarmerkið.

***

Metnógvir blóðgevar
Eini 2300 føroyingar lata nú regluliga blóð, og tað er met.
- Vit hava ongantíð áður havt so nógvar blóðgevar í Føroyum, og tað gleðiliga er, at tað eru serliga nógv ung, sum gerast blóðgevar, sigur Rósa Syderbø, forkvinna í Felagnum Blóðgevi.

***

Bara býta heimapartar
- Vit eiga øll at fara burtur frá at hava drápspartar í grind, og ístaðin skulu vit býta í heimapartar. Sum tey gera í Suðuroy.
Tað helduur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Í Suðuroy er skipanin tann, at tá ið nakað er farið burturav til sýslumann, grindaformenn, merkjarar, vaktarmenn og onnur, sum hjálpa til, verður grindin býtt ímillum øll fólk í oynni, har øll, heilt frá reivabarninum til oldingin, fáa javntstóran part.