Jungle letur upp í Saltangará

Í morgin letur nýggjur handil upp í hølunum, har Trend Floor í Saltangará áður húsaðist. Men hetta er ein spildurnýggjur og spennandi handil, har bæði kvinnur og menn kunnu klæða seg frá ovast til niðast

Tað eru móður og sonur, Dánjal Pauli Dalbø og Ann Gullstein, sum búgva í Syðrugøtu, ið eiga og reka nýggja handilin. Ann hevur annars røtur úr Rituvík.

Tey keyptu vørugoymsluna hjá Trend Floor í summar og høvdu tá opið í einar 14 dagar, har tey seldu út av goymsluni. Síðan hevur handilin verið stongdur og er settur í stand, til tey í morigin eru til reiðar at lata nýggja handilin – Jungle – upp.

Ann arbeiddi í sínari tíð eitt skifti í handlinum, Jungman, og hevur eisini arbeitt í matvøruhandli.

Dánjal Pauli hevur ongar handilsroyndir, men hevur stóran áhuga fyri móta. Í trý ár búði hann í Los Angeles, har hann las film. Tá arbeiddi hann partvís við móta við tað, at hann eisini fekst við at klæða sjónleikarar.

- Vit hava nógv ymiskt og áhugaverd klædnamerki, og generelt kunnu vit siga, at flestu klæðini, vit hava í okkara útboði, eru tíðarleys. Jungle vendir sær serliga til kvinnur og menn, sum eru í aldrinum, 20-40 ár, men øll kunnu finna okkurt, sum teimum dámar, siga tey bæði, Dánjal Pauli Dalbø og Ann Gullstein.