Forsætisráðharrin í Luksenburg, Jean-Claude Juncker, sum er búskaparpolitiskur talsmaður hjá ES, ávarar nú um, at kreppan í Grikkalandi kann breiða seg til onnur lond í evruøkinum.
Í samrøðu við týska blaðið Suddeutsche Zeitung sigur Juncker, at hann hugsar serliga um Belgia og Italia. Hann vísir á, at tann almenna skuldin hjá hesum báðum londunum er ovurstór, og at tað kann væl henda, at tey verða noydd at leita sær hjálp frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum, eins og Grikkaland, Írland og Portugal hava gjørt. Spania kann koma í somu støðu seinni, sigur Jean-Claude Juncker.
-Vit spæla við eld í løtuni, sigur luksenburgski forsætisráðharrin við Suddeutsche Zeitung.










