Julius og vinmenn komu við Jólaskipinum inn á Vágsbotn

Í dag er sannur jólahugni í býnum í Havn. Klokkamm 15 kom jólameninir í Vágsbotn við jólaskipinum, har GHM spælda jólatónleim og jólamenn bjóðaðu karamellur.

Myndir: Birgir Waag Høgnesen

Umborð á jólaskipinum vóru Julius við vinmonnum, og teir fegnaðust um at heilsa uppá øll børnini.

GHM spældi hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóðaðu karamellur. Á skránni er eisini sangur frá Morgunkórinum á Trappuni í Vágsbotni kl. 15.30, har fólk kunnu syngja við.

Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao og Frelsunarherurin spælir.

Barnakórið, Dropar, syngur á Pavilionini kl. 16.00, og forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum hevur opið frá kl. 12.00 til 18.00. Smáu jólasmátturnar hava opið til kl. 20.00.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

 

 

Myndir: Birgir Waag Høgnesen