Julina Andersen á Toftum 70 ár

   

Í dag, 13.februar, verður Julina Andersen, f. Olsen, á Toftum 70 ár. Julina er fødd og uppvaksin á Nesi. Eftir at hon sum ung hevði tænt í Havn, fór hon í 1955 til Danmarkar, har hon m.a. gekk á háskúla í Haslev. Tá hon kom heim aftur í 1956, giftist hon við Knud-Erik Andersen úr Bjerringbro í Danmark. Síðan 1957 hava tey búð á Toftum. Tey eiga fýra børn, tveir synir og tvær døtur. Seinastu 22 árini hevur Julina arbeitt sum vaskikona við Tofta Skúla, har hon arbeiðir enn. Føðingardagurin verður hildin á Svangaskarði leygardagin 15. februar kl.19, har øll eru vælkomin.
m.g.