Russiska Juliia Kuvshinova fekk bæði í posa og sekk, tá ið hon leygardagin vann steypagull við SÍ eftir 3-2-finalusigur á Mjølni og í sekundunum eftir dystin bleiv trúðlovað mitt á flogbóltsvøllinum.
Sjeikurin, Jan, rann inn á vøllin eftir dystin. Hann ikki bara hálsfevnir Juliiu, kyssir hana og ynskir henni til lukku við gullinum, men hann fer eisini á knæ og spyr um hon vil gifta seg við honum.
- Tað var sera óvæntað, men eisini ein stór løta. Eg skundaði mær at svara "ja, sjálvandi", sigur Juliia um hendingina.
Lesa alla søguna um Juliiu og Jan í Ítróttarsosialinum, sum er komin í handlarnar í dag. Har greiðir hon eitt nú frá hvussu tey hittust, um hendingina í høllini, um framtíðina og um Føroyar.