Mong eru støðini, bæði á bygd og í bý, har fólk leita sær í dans 2. kólakvøld, men
einki er at ivast í, at mong fara at leggja sær leiðina oman í Tórshøll. Har fer ein tann besti undirhaldstónleikabólkurin nevniliga á pall.
Juliannuboys eru kendir fyri at seta lív í fjøldina við tónleiki heilt frá Doddle Bugs,
til Celine Dion. Eisini er vert at nevna, at teir nærum ongantíð hava íhald, men
syngja og spæla í samfullar 4 tímar.