Vinningur
Familjan Foldbo í Brøttubrekku í Havn vann millum 1.200 luttakarar lutakastið um ferðina, Javnaðarflokkurin lutaði burtur undan løgtingsvalinum. Týsdagin var 10 ára gamla Gudrun saman við mammuni, Julionnu, á Gamla Apoteki, har Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, handaði teimum vinningin.
Borgatstjóprin í Havn, Jan Christiansen, hevði undir neyvum eftirliti frá Vilhelmi Johannesen, løgtingsmanni, funnið fram til, at vinningurin varð funnin á reiðiligan hátt.
Vinningurin er ein bilpakki fyri tvey vaksin og tvey børn millum Tórshavn og Hanstholm við nýggju Norrønu, og Julianna Foldbo sigur, at tey fara t brúka vinningin komandi ár, tá skipið er komið.