Julianna er ættað av Strondum, foreldrini vóru Ragnhild, f. Johannesen, og Jógvan Johansen í Gørðum á Strondum.
Mamman doyði bert tíggju dagar eftir at Julianna varð fødd, og pápin sat einkjumaður við fimm døtrum, har tann elsta var 5 ár.
Julianna fór sum 14 ára gomul út at tæna. Hon giftist í 1948 við Kjartan Højgaard á Toftum, og búsettust tey har. Kjartan doyði í 1954, bert 29 ára gamal, tey fingu dóttrina Ásu í hjúnarlagnum.
Í 1954 kom Julianna til Havnar at búgva og fekk starv á reinsarínum Ruba, har hon arbeiddi í trý ár.
Í 1955 giftist hon við Ferdinand Andreasen, ættaður av Tvøroyri. Tey fingu seks synir: Kjartan, Jógvan Magnus (Eggaba), Marnar og Árni, sum eru tvíburar, Jóhan Petur og Dan Ingi. Ommubørnini eru 20 í tali, langommubørnini eru fimm og tvey oldurommubørn.
Fleiri av dreingjunum er kendir innan tónleikalívið í Føroyum, sum t.d. við orkestrunum "Black Birds" og "Julianne-Boys".
Julianna hevði ymisk arbeiðspláss í býnum, í handlum, kioskum og pylsuvognum. Hon arbeiddi eini trý ár á Tórs Cafeteria og hevur eisini koyrt hýruvogn í Havn. Hon arbeiddi tilsamans 15 ár á Landssjúkrahúsinum, tíggju ár á A3, síðan á pleygudeildini og fleiri ár á goymsluni.
Julianna hevur eisini verið virkin innan ymiskar felagsskapir sum t.d. Javna, Blindafelagið og Glottan, har hon hevur skipað fyri bingospæli fyri at skaffa pengar til hesi feløg. Í Glottanum sat hon í nevndini í 14 ár. Eisini spælir hon nógv sjavs, har hon saman við øðrum skipar fyri sjavskapping í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu. Dagurin verður hildin í Pálsstovu í leygardagin 14. februar kl. 19.
-red