Við 4.404 persónligum atkvøðum varð 23 ára gamla Juliane Henningsen úr flokkinum IA vald at umboða Grønland á Fólkatingi saman við Lars Emil Johansen úr Siumut, sum fekk 2.968 persónligar atkvøður.
Juliane Henningsen segði í gjárkvøldið, at hon fer at taka farloyvi frá arbeiðinum í Landstinginum, so hon kann røkja fólkatingsarbeiðið til fulnar.
IA og Siumut fingu ávikavist 7.107 og 6.658 atkvøður á valinum í gjár. Teir báðir borgarligu flokkarnir, Atassut og Demokratarnir, fingu ávikavist 4.004 og 3.436 atkvøður.








