Julian: Vit eru endaðir í dynamittbólkinum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Julian J. Johansen, U20-landsliðsvenjara um dystirnar sum eru fyri framman í EM-endaspælinum í Portugal

##med2##

 

Talentríka føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti spælir í morgin fyrsta dystin í bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Porto í Portugal móti hondbóltsrisanum, Danmark. Dysturin byrjar klokkan 12.

 

Fríggjadagin klokkan 12 spæla Føroyar móti Slovenia, og sunnudagin klokkan 12 spæla Føroyar móti Ungarn. Her er eisini talan um tvær sera sterkar hondbóltstjóðir. 

 

- Vit eru endaðir í dynamitt-bólkinum, har tey sterkastu liðini úr teimum fýra ymisku styrkismettu bólkunum eru endaði í okkara bólki. Tað heldur U20-landsliðsvenjarin, Julian J. Johansen.

 

- Hetta eru trý góð lið, og tí mugu vit avrika framúr væl, sigur Julian. 

 

Julian staðfestir, at føroysku leikararnir eru minni á vøkstri enn mótstøðuliðini, og tí fer liðið at verja offensivt fyri ikki at vera trýstir aftur og skotnir í sær. Um tað ikki eydnast at enda millum átta tey ovastu av teimum 16 liðunum í EM-endaspælinum. 10 tey fremstu liðini sleppa til U21 HM-endaspælið komandi ár, og 13 tey fremstu liðini tryggja komandi árganginum luttøku í komandi U20-endaspælinum. 

 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Julian J. Johansen fyrr í dag. 

 

 

 

Samrøða: Julian J. Johansen, U20-landsliðsvenjari

Samrøða: Julian J. Johansen, U20-landsliðsvenjari