Áðrenn íslendska fótbóltskappingin fór av bakkastokki í ár, vóru tað mong, ið mettu liðið hjá føroyska landsliðsleikaranum Julian Johnsson, ÍA, sum eitt av bestu boðunum upp á ein møguligan íslendskan meistara. Nú íslendska kappingin er gott og væl hálvrunnin, liggur ÍA á triðjaplássi, og einans trý stig eru upp til oddaliðið Fylkir.
Sigurin tryggjaður í evstu løtu
Sum sagt vóru Julian og liðfelagar hansara á vitjan hjá ÍBV í Vestmannaoyggjunum leygardagin, og tá ið avtornaði eydnaðist tað ÍA at fáa øll trý stigini við sær aftur til Akranesar.
Talan var um ein javnan dyst sambært íslendskum miðlum, men ÍA var við yvirlutan í fyrra hálvleiki. Sigurin hjá Julian og teimum var tó ikki tryggjaður fyrr enn í evstu løtu. Málið hjá ÍA kom í 88. minutti, tá ið ein verjuleikari hjá IBV var dømdur fyri at hava tikið hondina til hjálpar. Eyjamenn vóru stak ónøgdir við dómin, men dómarin lat ikki við seg koma, og tí kundi Hjørtur Hjartason gera sigursmálið fyri Julian Johnsson og liðfelagar hansara. ÍA er nú væl við í kappingini um íslendska meistaraheitið, men tað er ein vansi fyri teir, at teir ongan dyst hava eftir ímóti oddaliðnum Fylkir.
Fram fekk stig
Mikukvøldið leikti liðið hjá Hans Fróða Hansen og Fróða Benjaminsen, Fram, á útivølli ímóti Víkingi. Her eydnaðist tað liðnum hjá teimum báðum føroysku landsliðsleikarunum at fáa ein málleysan javnleik og harvið tað eina stigið. Fram eru tó framvegis botnlið, og tað er eitt petti upp til næstaaftasta liðið. Sum skilst á íslendsku fjølmiðlunum var talan um eitt gott avrik hjá Fram, har liðið vísti sera góðan stríðsvilja og við eitt sindur av hepni kundi havt ognað sær sigurin.