Uppflytingararnir úr Svendborg hava tikið flest øll á bóli í triðbestu donsku deildini. Felagið staðfesti í gjár sín lut í stríðnum um uppflyting, tá teir vunnu 4-2 á heimavølli móti eykaliðnum hjá AGF. Fyrrverandi landsliðsleikarin Julian Johnsson er liðskipari hjá Svendborg, og hann var eisini á vøllinum í dag. Dysturin tóktist avgjørdur eftir lítlari løtu, tí longu eftir 17 minuttum var heimaliðið á odda 3-0. AGF stríddi seg tó aftur í dystin, men Jesper Rasmussen tók seinastu luftina úr gestunum við máli til 4-2 í seinastu minuttunum.