ONGLAND
Fyri fyrstu ferð síðani hann í summar flutti til Hull City, varð Julian Johnsson útskiftur av taktiskum orsøkum.
Støðan eftir 1. hálvleik var 3?1 til Rushden. Hull var komið á odda, men heimaliðið hevði javnað og lagt seg á odda við tveimum málum. Tí valdi Hull venjarin, Brian Little, at fara radikalt til verka. Hann skifti tríggjar spælarar út, og millum teirra var Julian Johnsson.
Tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna umfarinum, stóð á jøvnum 3?3. So fór eitt sindur av dampinum av dystinum. Hull hevði onkran møguleika at fáa sigursmálið, men alt í alt vóru teir nøgdir við eina stigið á útivølli.











