Julian stórfegnast um verjuspælið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Kyndilsvenjaran taka samanum sigurin ímóti KÍF í kvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við venjaran hjá Kyndli, Julian Johansen aftaná 24-17 (12-7) heimasigurin hjá Kyndli ímóti KÍF í kvøld.

 

Julian Johansen er fegin um sigurin, og serliga fegin um tað góða verjuspælið, sum hansara menn vístu í kvøld. Julian heldur ikki, at kollfirðingar høvdu nakað móttrekk til ta góðu verjuna hjá hansara monnum.

 

Julian fegnast eisini um, at tað vóru fleiri mans, sum skoraðu málini í kvøld. Í undanfarnu dystunum er nógv lagt á David Edvardsen at skjóta ein stóran part av málunum. Tað einasta atfinningarsama Julian hevur at vísa á er, at hansara menn brenna dekan ov nógvar málmøguleikar. 

 

Støðan í FTZ deildini :

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71133552787724
2KÍF133192932615
3VÍF12322318414
4Kyndil133453232213
5StÍF133423311113
6Neistin12283298-159
7Team Klaksvík12273398-1250