Julian Johnsson og Kongsvinger spældu ein av sínum útsettu dystum í norsku kappingini mikukvøldið, tá onnur europeisk feløg spældu Europa-Cup.
Og annan dystin á rað vann Kongsvinger. Hesaferð var tað móti Strømgodset, sum sunnudagin var úti fyri 7-1 tapi móti Rosenborg, og dysturin endaði við 2-1 sigri til Kongsvinger.
Julian Johnsson spældi við allan dystin, og hann skaraði fram úr á miðvøllinum hjá Kongsvinger. Fótbóltsáhugaðir føroyingar vita væl, hvussu nógv orku Julian hevur, og hansara arbeiðsorka eisini er eyðsýnd í bestu norsku deildini.
Í dystinum móti Strømgodset, sum NRK sendi beinleiðis, var sjón fyri søgn, at Julian var motorurin á miðvøllinum. Hann arbeiddi hart allan dystin, var stinnur í tí defensiva partinum, van nógvar bóltar, og var eisini við, tá liði spældi frameftir.
Avrikið hjá Juliani var frálíkt, og hann kundi sett prikkin yvir i?ið, tá hann var millimetrar frá at fáa høvdið undir eitt innlegg beint undir málinum hjá Strømgodset.
Frásøgumaðurin á NRK var eisini hugtikin av føroyska landsliðsspælaranum, og rósurnar vóru nógvar. Julian eigur fast pláss á liðnum hjá Kongsvinger, og sum hann spælir í løtuni, er hann millum teir bestu á liðnum.
Kongsvinger hevur nú 17 stig fyri 12 dystir, men teir hava spælt tveir dystir færri enn flestu av hinum liðunum. Brann liggur á odda við heili 34 stigum. Langur teinur er tí heilt fram, men teir í Kogsvinger hava sett nøsina eftir einum UEFA-Cup plássi, og tí skulu teir móti heiðursmerkjaplássunum.
Næstu ferð teir spæla verður tað á útivølli móti Brann. Tann dysturin verður spældur sunnudagin.