Julian íslendskur steypavinnari

Hóast sigurin var tepur, so var avrikið hjá Akranesi rættuliga sannførandi á Laugardalsvøllinum ímóti FH av Hafnafirði

ÚTISETI Í ÍSLANDI

Í gjár skuldi Julian Johnsson koma til Føroyar í vetrarfrí. Hann skal hvíla seg frá fótbólti inntil eftir ársskiftið, tá ið hann aftur skal tørna til á Akranesi.
Hvíldin kennist hugalig upp á fleiri mátar. Eitt er, at Julian hevur spælt fótbólt út í eitt síðani á nýggjárinum, og tískil man vera mettaður av fótbólti. Eitt annað er, at tað hevur gingist honum væl í Íslandi, og at hann og ÍA næsta kappingarár skulu spæla í UEFA Cup kappingini.
Leygardagin vunnu Julian Johnsson og ÍA íslendsku steypafinaluna. Talan var um níggjunda steypasigurin hjá ÍA. Móstøðumenninir úr FH av Hafnafirði eiga framvegis til góða at vinna fyrsta lutin í steypakappingini. Úrslitið var 1?0.
Akranes var greitt omaná, og teir áttu at havt fingið fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Málskjútti var Garðar B. Gunnlaugsson, sum var fyrstur á, eftir at FH málverjin hevði hálvbjargað roynd úr vinstru frá Kára Steinn Reynisson.
Julian Johnsson var rættuliga sentralur á ÍA miðvøllinum, og hann hevði fleiri møguleikar at skjóta mál.
? Vit høvdu fyrstu fimtan minuttirnar tríggjar stórar møguleikar at fáa mál. Eg fekk úr hampuliga góðari støðu møguleika at royna við høvdinum, men tíverri brast bólturin í tvørtræið uttan at fara í málið, og so hevði eg eisini ein annan møguleika, men bólturin fór omanfyri, sigur Julian Johnsson.
ÍA venjarin Ólafur Þórðarson helt aftaná, at hansara lið hevði havt takið alla tíðina, men tað var kortini um reppið, at tað var FH, sum legði seg á odda. Danski Allan Borghardt sendi við høvdinum ímóti ÍA málinum, og á strikuni bjargaði ein av verjumonnunum. Hetta var átta minuttir eftir steðgin.
Julian Johnsson er annar føroyingurin, sum hevur vunnið íslendsku steypakappingina. Uni Arge var steypavinnari við ÍA í 2000. Í 1998 vóru Uni Arge og Jens Martin Knudsen í steypafinaluni. Ta ferðina umboðaðu teir Leiftur, sum á Laugardalsvøllinum tapti 2?0 ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum.
FH vann silvurkrónurnar í landskappingini fyri nøsini á ÍA. Nú vann ÍA gullmerkini í steypakappingini frammanfyri FH. Næsta summar skulu hesi bæði liðini spæla í UEFA Cup. Meistaraliðið KR skal enn eina ferð royna seg í undanumfarinum til europeisku meistarakappingina.