Julian skrivaði søgu

Ongantíð áður er tað komið fyri, at spælari, sum hevur verið fyri 50. ferð á landsliðnum, ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu

ÍSLAND?FØROYAR

Julian Johnsson var leygardagin fyri 50. ferð á landsliðnum. Men dagurin og dysturin gekk ikki akkurát soleiðis, sum Julian mundi hava ímyndað sær. Fyri at styrkja um fótbóltsspælið valdi venjarin at taka Jan Inga Petersen framum veteranin, sum var vónbrotin og bilsin.
Eftir steðgin varð Julian settur á vøllin, og tað er neyvan nakar ivi um, at hann aftur í kvøld verður millum teir fyrstu ellivu.
Sum vit áður hava sagt, so er Julian Johnsson fimti føroyingurin, sum hevur rokkið hálvt hundrað landsdystum. Hinir eru Óli Johannesen, Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre og Øssur Hansen. Felags fyri teir allar fýra hevur verið, at teir hava verið millum teir fyrstu ellivu, tá ið teir fóru um teir hálvt hundrað landsdystirnar. Allir hava teir spælt allar 90 minuttirnar uttan Allan Mørkøre, sum í sínum 50. landsdysti varð útskiftur.
Fyrsti føroyingurin, sum rakk 50 landsdystum, var Jens Martin Knudsen. Hann var við allar 90 minuttirnar, tá ið Føroyar 26. apríl í 2000 vunnu 1?0 í Liktinstein.
Allan Mørkøre var fyri 50. ferðina á landsliðnum, tá ið Danmark 16. august í 2000 vann 2?0 á Tórsvølli. Ta ferðina varð hann sekstan minuttir undan leikloki avloystur av Henningi Jarnskor.
Óli Johannesen spældi 50. ferðina á landsliðnum í Moskva 28. mars í 2001, tá ið Russland vann 1?0, og Øssur Hansen var á miðvøllinum í vinstru allar 90 minuttirnar, tá ið Litava á heimavølli 12. oktober í fjør vann 2?1. Tað var 50. ferðin, at hann var á landsliðnum. Ímóti Týsklandi í Hannover spældi hann fyri 51. og síðstu ferð á landsliðnum. Í kvøld leggur Julian Johnsson seg upp á síðuna av honum, tá ið tað ræður um dystartal.