Føroyska útisetafelagið, ÍF Føroyar, hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at teir hava skift venjara.
Higartil í ár hevur tað verið danin, Bruno Simonsen, sum hevur tikið sær av hesum, men í samráð við nevndina í felagnum hevur Bruno gjørt av at steðga samstarvinum nú.
Ístaðin verður tað gamla landsliðskempan, Julian Hansen, sum fer at taka sær av føroyska útisetaliðnum.
Julian mundi vera fyrsti veruligi vongbakkurin í Føroyum, og upp ígjøgnum 80?ini var hann tríggjar ferðir við til at vinna FM við HB. Seinni var hann eisini fastur fúsur á landsliðnum, og hann var millum annað vil til fyrstu minniligu dystirnar, tá føroyska fótbóltslandsliðið tók lut í altjóða kapping.
Seinnu mongu árini hevur Julian verið búsitandi í Danmark, og hevur hann eisini roynt seg sum bæði leikara og venjara hjá føroysku útisetunum.