Julian skal spæla við Hull City í Onglandi

Julian Johnsson hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við enska 3. deildarfelagið Hull City. Julian gevst nú í Sogndal og fer at royna seg í Onglandi. Nýggi sáttmálin er nógv betri enn tann, Julian hevði í Sogndal

 

Fótbóltur


Hósdagin fór føroyski landsliðsleikarin Julian Johnsson undir ein nýggjan kapittul á yrkisleið síni. Julian skrivaði tá undir við enska felagið Hull City.

? England er meira spennandi enn Noreg, tí tað er her tað hendir. Hull City er eitt stór felag við stórum framtíðarætlanum, og tí er hetta ómetaliga spennandi hjá mær, sigur Julian Johnson við Sosialin.

Julian dylur ikki fyri, at hesin nýggi sáttmálin er nógv betri enn tann gamli í Sogndal, og tað var sjálvsagt ein av orsøkunum til, at hann valdi at fara til Hull. Spælarin kann tí frøa seg um eina munandi lønarhækkan, nú hann fer til Hull at spæla. Umframt lønarhækkan fekk Julian eisini eina eingangs upphædd fyri at skriva undir.

? Umstøðurnar í Hull eru fantastiskar, og vøllurin er sum eitt teppi. Harafturat eru nógvir áskoðarar til heimadystirnar. Hetta er eitt felag við stórum framtíðarætlanum, og tí er tað spennandi at koma til felagið, sigur nýklakti Hull spælarin.

Julian skal byrja í nýggja felagnum 4. juli, men tann 2. juli skal hann standa ta kropsligu royndina, áðrenn sáttmálin endaliga kemur í gildi. Inntil tá spælir hann við Sogndal, men hann má ansa eftir ikki at fáa nakrar skaða.

Julian er ógvuliga fegin um hetta skiftið til Onglands, tí tað er her hann altíð hevur viljað spælt. Julian hevur fyrr verið til royndarvenjingar í bæði Bradford í Englandi og Empoli í Italia, men einki spurdist burturúr hesum.

? Eg havi frætt, at tað er harður kropsligur fótbóltur, ið verður spældur í ensku 3. deild, og tað hóskar sera væl til mín spælihátt, sigur Julian.


Sáttmálin gekk út

Julian sjálvur hevur ikki loyvi at siga nakað um fíggjarligu viðurskiftini, men hann varð seldur úr Sogndal fyri 50.000 ensk pund. Hetta er umleið 600.000 krónur í føroyskum gjaldoyra.

Sáttmálin hjá Julian við Sogndal gekk út í oktober í ár, og tí kann Julian samráðast við annað felag uttan loyvi frá Sogndal. Hetta er eisini orsøkin til, at hann ikki kostaði enska felagnum so nógv.

Julian fekk tilboð frá Sogndal um nýggjan sáttmála í vetur, men hann vildi ikki skriva undir, tí hann vildi antin heim til Føroyar ella víðari til annað felag.

Hann greiðir frá, at hann kendi seg útifrysta í Sogndal, og tí var tíðin komin at fara víðari. Julian byrjaði í Sogndal á sumri í 1999, tá hann kom úr Kongsvinger.


Stórt felag

Hóast Hull spælir í fjórðbestu ensku deildini, so er felagið stórt. Felagið hevur ein stóran íleggjara, sum sprænir pening í felagið. Hann eitur Adam Pearson, og hann er ógvuliga fegin um at fáa Julian til Hull.

Á heimasíðuni teamtalk.com sigur hann um Julian, at hann hevur nógvar royndir úr altjóða fótbólti, og at hann bara ein 25 ára gamal.

? Júst tað slagið av spælara, sum vit vildu hava, sigur Adam Pearson, ið er formaður í Hull.

Venjarin hjá Hull er tann navnframi Brian Little, sum áður hevur verið venjari hjá bæði Leicester og Aston Villa í ensku Premier League. Julian gleðir seg nógv til at arbeiða við einum so royndum og kendum venjara.

Umframt Julian hevur Hull keypt fleiri aðrar spælarar, sum skulu vera við til at vinna felagnum uppflyting.

? Vit vóru samdir um at gera ein tvey ára sáttmála, har eg havi møguleika at samráðast um tað triðja eftir egnum ynski, sigur Julian.

Julian greiðir frá, at eini 28 spælarar eru í hópinum, og tí kann tað ganga skjótt báðar vegir hjá honum. Tískil er tað ein fyrimunur ikki at hava ov langan sáttmála.

Kendasti spælarin er óivað Mark Atkins, ið vann ensku Premier League við Blackburn Rovers í 1995. Leikvøllurin tekur 15.000 áskoðarar, og til spennandi dystir, er tað mangan fullsett.

? Nú koyri eg á, og so fái eg at síggja, hvat hendir, sigur Julian at enda.