Julian skal bíða í nakrar vikur afturat

B68 fer í kvøld undir venjingarnar, ið hava sum mál at endurvinna fasta plássið í bestu deildini, sum toftamenn áttu í fjórðings øld

B68

Í kvøld, mánakvøldið 9. janaur, fer B68 av álvara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. B68 er nýtt lið í FORMULA DEILDINI. Eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini og vent, er Tofta Ítróttarfelag aftur har, sum teir vóru øll árini frá og við 1981 og til og við 2004. Málið í hesum kappingarárinum er at endurvinna fasta plássið í deildini.
Í fjør var Julian S. Johnsson spælandi venjari. Tað verður hann ikki í ár. Jóannes Jakobsen, sum áður hevur verið venjari hjá B68, er aftur á Svangaskarði. Julian S. Johnsson telist millum spælararnar umframt, at hann eisini er hjálparvenjari, og fram til fyrsta februar verður tað hann, sum fer at standa fyri venjingunum.
Sambært B68 heimasíðuni, so er Julian ikki komin heilt fyri seg eftir meina krossbandsskaðan, sum hann fekk í Leirvík tíðliga síðsta summar. Julian er nærlagdur, og hann hevur drivið á at venja eftir ætlanunum, sum serfrøðingarnir hava givið honum. Tað sær gott út, men enn fara nakrar vikur at ganga, áðrenn Julian verður førur fyri at venja á jøvnum føti við hinum B68 spælarunum.
Í síðstu viku kannaði íslendski serlæknin Harry Guðmundsson knæið hjá Juliani á Landssjúkrahúsinum. B68 heimasíðani veit sambært íslendinginum at siga, at vøddarnir í knænum, sum varð skurðviðgjørt í summar, nú eru nærum so væl fyri, sum teir í fríska knænum eru tað. Julian hevur fingið boð um at halda fram við at renna, súkkla og at gera rørsluvenjingar.
Julian skal aftur til kanningar í mars, og tá verður vónað og roknað við, at tað fer at bera til at venja saman við hinum B68 spælarunum.
Í fyrstu atløgu eru boð send eftir 21 spælarum. Tveir teirra - Óli Olsen og Jóhan Dávur Højgaard - eru í løtuni til skips, so teir fara ikki at møta til fyrstu venjingarnar. Fimm spælarar eru blaðungir dreingir, sum hava spælt millum lítið og einki á besta liðnum. Teir eru Niklas Joensen, Niklas Poulsen, Jóhannes Heinesen, Petur Heinesen og Petur Jóhan Heinesen.
Hinir spælararnir, sum skulu møta á Svangaskarði í kvøld, eru Alex Troleis, Arnbjørn Danielsen, Ovi Magnussen, Øssur Jacobsen, Øssur Hansen, Jann Ingi Petersen, Kristian Anton Andreasen, Jóhan Petur Poulsen, Súni Fríði Barbá, Kári Hansen, Magnus Jakobsen, Fróði Jensen, Tórður Thomsen og so Julian S. Johnsson.
Sammett við í fjør eru fýra nýggir spælarar í B68 fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. Teir eru Kári Hansen og Tórður Thomsen, sum í fjør vóru í NSÍ (umframt at Tórður eisini eitt skifti var í Fuglafirði), og Magnus Jakobsen og gamli B68 kenningurin Súni Fríði Barbá, sum í fjør spældu á Argjum, har Jóannes Jakobsen var venjari.