FA-Cup
Tað var ongan tíð nakar ivi, tá Hull City og Julian Johnsson leygardagin vitjaðu Nortwich í ensku steypakappingini, FA-Cup.
Hull var alla tíðina við yvirlutan, og longu eftir einum lítlum korteri var Julian Johnsson á blettinum og legði Hull á odda.
Stutt undan steðginum fekk Hull tvey mál afturat, og so var alt í roynd og veru avgjørt. Í seinna hálvleiki fingu liðini tvey mál í part, og gjørdist endaliga úrslitið sostatt 5-2 til Hull.
Sigurin sendir Hull beina leið víðari til annað umfar í steypakappingini, har mótstøðuliðið verður antin Oldham ella Barrow. Enn ber sjálvandi ikki til at staðfesta nakað sum helst, men megnar Hull eisini at koma víðari úr hesum umfarinum, kann henda, at Julian enn einaferð sleppur at royna seg móti onkrum liði úr bestu ensku deildini.
Liðini í Premier League koma nevnliga í pottin í triðja umfarinum, so hvør veit. Kanska verður Julian at síggja á Old Trafford ella Anfield Road tíðliga í komandi árinum.