Julian og teir vunnu

Fótbóltur: Kongsvinger vann 3-0 á Lillestrøm

Julian Johnsson og Kongsvinger spældu í norsku landskappingini sunnudagin, og teir vunnu tryggan sigur á einum tamum Lillestrøm-liði.

Julian Johnsson spældi sum vant á miðvøllinum, og saman við restina av Kongsvinger liðnum spældi hann ein góðan dyst.

Kongsvinger liggur sum nummar 9 í norsku kappingini. Liðið hevur bara spælt 11 dystir aftur ímóti teimum 13 og 14 hjá øllum hinum liðunum, og teir hava 14 stig. Orsøkin til munin í dystunum er, at Kongsvinger hevur spælt í Intertoto-Cup, meðan norsku liðini hava dystast í landskappingini

Molde liggur á odda við 34 stigum. Teir liggja frammanfyri meistaraliðið seinastu árini, Rosenborg.

Næstu ferð spælir Kongsvinger úti móti Brann.