Julian og teir taptu

Fótbóltur: Føroyingarnir í Íslandi spældu ikki hetta vikuskiftið

Julian Johnsson og Kongsvinger vóru aftur í dysti um vikuskiftið, men eftir tveir góðar sigrar á rað, máttu teir sunnudagin lúta fyri Brann.

Dysturin varð spældur á vøllinum hjá Brann, og endaði við 3-0 sigri til heimaliðið. Kongsvinger hevur 17 stig fyri 13 dystir, og eigur framvegis dystir til góðar í mun til hini liðini í kappingini.

Í Íslandi var ikki spælt hetta vikuskiftið, men ólavsøkudag skulu Jens Martin Knudsen og Uni Arge spæla dyst móti Valur.

Dysturin millum liðið hjá Páll Guiðlaugsson og Válur verður spældur á heimavøllinum hjá Drátti.