Svendborg, sum spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, og hevur gomlu landsliðskempuna, Julian Johnsson, sum høvuðsvenjara fekk ein ordans sekk á heimavølli í dag.
Svendborg tók ímóti Kolding, og tað endaði við einum 4-0 stórsigri til Kolding, sum var á odda 3-0, longu tá ein stóru hálvur tími var farin av dystinum. Tíðliga í 2. hálvleiki fekk Svendborg ein mann vístan av vølli, so tá bleiv bratta brekkan enn brattari. Svendborg hevur annars havt eina góða gongd við nógvum javnleikum, og nøkrum sigrum farnu vikurnar.
Svendborg liggur nú í vandamiklu sonuni, men eru bert eitt stig upp til 10. plássið, sum hevði bjargað liðnum plássið í deildini. 16 lið eru í deildini, og 6 av teimum flyta niður. Svendborg liggur á 11. plássi við 32 stigum.