Julian og Kurt komu á talvuna

Sogndal skoraði einasta málið, tá sekundvísarin var á veg fyrstu ferð runt

 

Tippeliga


Tað var kæti í Sogndal sunnukvøldið. Eftir sera skinklandi fyrsta umfarið, tá Sogndal á útivølli tapti 3?0, og nervarnir so at siga høvdu hingið uttan á troyggjunum, var tað mett at hava alstóran týdning fyri gongdina næstu umførini, um tað í øðrum umfari fór at eydnast hjá Sogndal at fáa stig og at vinna.

Og tað eydnaðist. Við Juliani Johnsson og Kurt Mørkøre ímillum teir fyrstu ellivu vann Sogndal sunnukvøldið á heimavøllinum 1?0. Tað sóu knappir tvey túsund áskoðarar, sum stórliga fagnaðu sínum monnum við fyrsta sigrinum í bestu deildini.

Mótstøðuliðið var Lyn úr Oslo. Á sama hátt sum Sogndal, so flutti Lyn síðsta kapppingarár upp úr næstbestu deildini.

Julian Johnsson var á miðvøllinum hjá Sogndal allar 90 minuttirnar. Kurt Mørkøre varð skiftur út, tá tað restaði ein stórur hálvur tími. Kristian Ystaas, sum eisini í fjør var við í kappingini um eitt pláss í álopinum hjá Sogndal, loysti føroyska álopsmannin av.

Longu ífyrsta minutti skoraði Sogndal tað, sum skuldi vísa seg at verða einasta málið. André Herfindal stútaði í kassan, eftir at miðvallarin Rune Bolseth hevði lagt innfyri. Tá bólturin fór um strikuna, vóru bara 40 sekund farin, vita norsku fjølmiðlarnir at siga.


Málverjin dagsins maður

Hóast øll stigini vóru eftir í Sogndal, so eru nógvir av norsku fjølmiðlunum samdir í, at størsta partin av tíðini var tað Lyn, sum leikliga var omaná, og teir trýstu fyri í hvussu so er at fáa javnleik. Men tað eydnaðist ikki.

Størsti heiðurin fyri, at tað hilnaðist so væl, fær málverjin hjá Sogndal. Terje Skjeldestad varð eftir dystin kosin fyri besti maður á vøllinum.

Komandi sunnudag bíðar aftur ein torfør uppgáva. Tá skulu Julian Johnsson, Kurt Mørkøre og hinir í Sogndal spæla á útivølli ímóti Lillestrøm, sum frammanundan at Rosenborg gjørdist so at siga einaráðandi í norskum fótbólti, vann nógv NM og átti fleiri landsliðsspælarar.

Úrslitini í næsta umfarinum í bestu deildini í Noregi vóru hesi: Bodø/Glimt?Odd Grenland 1?1, Bryne?Stabæk 0?1, Moss?Viking 1?3, Rosenborg?Molde 2?1, Strømgodset?Lillestrøm 1?2, Tromsø?Brann 2?0 og Sogndal?Lyn 1?0.