Julian og Kurt í fremstu røð

Sogndal stríddi seg til 2?2 á Ullevaal, og harvið gjørdist tað greitt, at føroyska felagið komandi ár skal spæla í bestu deildini

Uppflyting


Kurt Mørkøre sat uttanfyri og hugdi at. Hann var leikbannaður. Inni á regntunga tjóðarvøllinum í Oslo, Ullevaal, sá hann saman við eitt túsund áskoðarum úr Songdal og í alt tíggju túsund áskoðarum Julian Johnsson og hinar Sogndal spælararnar leggja alla orku í fyri at vinna sær uppflyting.

Útgangsstøðan var ikki meiri enn passalig ? fyrri dysturin endaði 1?1 ? men Sogndal legði bragdliga fyri í øllum áarførinum, og eftir tólv minuttir eydnaðist tað at fáa mál. Miðverjin André Herfindal smekkaði í málið, eftir at fríspark varð sent innfyri og bólturin var komin út frá aftur.

Tá seinna umfarið var níggju minuttir gamalt, tóktist tað sum um møguleikin rættuliga tók at kámast. Eftir uppspæl í høgru og innlegg skoraði Vålerengen miðverjin Åsmund Bjørkan til 2?1. Seks minuttir undan steðginum hevði fyrrverandi liðformaðurin á norska landsliðnum, Kjetil Rekdal, við einum megnar langskoti javnað til 1?1, so alt tóktist bera á skeiva borðið hjá Sogndal.

Men Sogndal gav ikki skarvin yvir. Julian Johnsson var millum mest eyðsýndu stríðsmenninar, ferðin var høg, nærdystirnir nógvir, og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað at fáa málið, sum læt bestu deildina upp fyri Juliani Johnsson, Kurt Mørkøre og øllum hinum í Sogndal.

Útjavnandi málið skoraði Tommy Øren, sum varð kosin at vera besti maður á Ullevaal mánakvøldið. Eftir innlegg smekkaði hann høvdið undir bóltin, sum brast í stólpan, áðrenn hann legði seg í meskarnar.

Síðstu løtuna var trýstið á Sogndal málið øgiligt, og sjálvt um teir síðsta korterið bara spældu við 10 monnum ? Rune Eckhoff fekk reyða kortið so hildu teir tærr. Dómarin legði tríggjar minuttir afturat, og so fóru flestu áskoðararnir vónbrotnir til hús. Teir høvdu hildið við Vålerengen, sum nú skal spæla í næstbestu deildini. Teiy túsund Sogndal viðhaldsfólkini og øll í fótbóltsfelagnum fegnaðust um uppflytingina. Tað gjørdu tey so mikið leingi, at tey vóru ikki komin aftur til Sogndal, tá vit fyrrapartin í gjár royndu at fáa fatur á teimum.


Veldugan týdning

Sogndal hevði sum mál at flyta upp. Tað eydnaðist, og tað hevur veldugan týdning fyri felagið. Evnaríki Tommy Øren hevði undan dystinum boðað frá, at hann flutti úr felagnum, um tað ikki eydnaðist at flyta upp. Aftaná segði hann, at hann verður í Songdal komandi kappingarár.

Fyri Julian Johnsson er tippuligan ikki ókend. Har stríddist hann við Kongsvinger, áðrenn hann á sumri í 1999 varð seldur til Sogndal. Í Kongsvinger var tað ikki serliga hugaligt. Julian er stríðsmaðurin, sum trívst best, har tað gongur fyri seg. Hann noyddist ofta at sita á beinkinum. Nú fær hann nýggjan møguleika at vísa, hvør dugur er í honum í fremstu norsku røðini.

Kurt Mørkøre hevur ongantíð verið so ovarlaga í fótbóltsheiminum. Fyri framúr málsókna spælaran er tað ein stór avbjóðing at fáa møguleikan á so høgum støði.

Síggja vit uppflytingina hjá Sogndal við føroyskum landsliðsbrillum, so er tað einki at ivast í, at hetta eigur at koma Allan Simonsen og hansara liði til góða. Um føroyingarnir fara at spæla nógv í bestu norsku deildini, so gerast teir uppaftur betri fyri, enn teir hava verið í næstbestu deildini.

Ítróttarsosialurin hevur fylgt stríðnum hjá Sogndal fyri at flyta upp í bestu deildina. Saman við øllum fótbóltshugaðum føroyingum ynskja vit Juliani Johnsson, Kurt Mørkøre og eisini Hans Fróða Hansen og øllum hinum í Sogndal hjartaliga tillukku.