ÍA dystaðist við estiska liðið TVMK úr Talinn, og ÍA vann 2-1. Fyrra dystin í Íslandi vunnu skagamenn 4-2. og tá taldist Julian Johnsson millum málskjúttarnar. Í dystinum hóskvødið kom ÍA á odda 2-0, áðrenn tað seint í dystinum eydnaðist heimaliðnum at minka um munin. Stóri leikarin hjá ÍA í dystin í Estlandi var Ellert Jón Bjørnsson, ið skeyt bæði málini. Tað fyrra kom aftaná 43 minuttir, og tað seinna skoraði hann beint eftir steðgin. Lutakastið um hvat fyri lið, ið Julian og liðfelagar hansara skulu dystast við í næsta umfari av UEFA-Cup kappingini var eftir evstamark hjá blaðnum fríggjadagin.
Nýggjur framherji
ÍA hevur júst keyt ein nýggjan leikara. Talan er um 25 ára gamla bretska framherjan, Richard Michael Barnwell, ið hevur leikt við estiska liðnum FC Levadia í seinastuni. Bretin skuldi koma til Íslands um vikuskiftið,og væntandi skuldi hann verða á liðnum hjá skagamonnum, tá ið teir næstu ferð fara á vøllin í Landsbankadeildini.