Julian Johnsson hjálparvenjari í Svendborg

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Julian Johnsson, hevur tikið við starvi sum hjálparvenjari í FC Svendborg. Sostatt kemur hann aftur til til felagið, hann var liðskipari fyri í árunum 2007 til 2010.

Fólkini kring FC Svendborg tykjast ógvuliga spent um gamla kenningin, men samstundis nýggja hjálparavenjaran. Formaðurin í FC Svendborg, Adam Ringsby-Brandt, sigur millum annað soleiðis við danska ligabold.dk.

- Vit eru sera nøgd við, at vit hava fingið Julian Johnsson sum hjálparvenjara til okkara besta lið. Fremsta ætlan okkara hevur av fyrstan tíð verið at fáa Julian, og tí er tað fantastiskt fyri okkara felag, at fáa ein so dugnaligan hjálparvenjara. Julian hevur ein øgiligan vinnaravilja og drúgvar ítróttarligar royndir, sum kunnu lyfta okkara støði.

 

Høvuðsvenjarin Carsten Mikkelsen sigur seg somuleiðis fegnast:

- Eg gleði meg at arbeiða saman við Julian. Hann hevur holla fakliga vitan og er ógvuliga nærlagdur. Julian fer at koma við nógvum góðum íblástri.

 

Frammanundan var Julian Johnsson leikandi venjari hjá Egebjerg, sum spældi í Seriu 1. Hann sigur við ligabold.dk, at gleðir seg til uppgávuna.

- Eg eri ógvuliga fegin um at koma aftur til Svendborg í einum nýggjum leikluti sum hjálparvenjari. Eg síggi fram til at vera við at lyfta og menna evnaríka hópin, sigur Julian Johnsson.

 

FC Svendborg spælir í 2. divsion Øst, sum svarar til triðbestu donsku fótbóltsdeildina.