Gamli miðvallarin og stríðsmaðurin á føroyska A-landsliðnum er veruliga komin á breddan aftur við tí, sum danir hava hug at nevna eitt Zuma-mál.
Tá verður sipað til saksasparkið hjá suðurafrikanska framherjanum hjá FC Keypmannahavn, Zuma ímóti Brøndby í 2001. Eitt mál sum er víst ofta í donskum sjónvarpi hesi farnu 12 árini.
Nú ferðast eitt mál, sum Julian Johnson hevur skotið í donsku 5. deild víða á netinum. Talan er um eitt ordans saksaspark, sum Julian Johnson skoraði fyri lið sítt Oure ímóti gamla stórliðnum, B1913. Talan var um ein dyst í albaniseriuni. Tað er tað sum var nevnt "Fynserien" í gomlum døgum.
Dysturin millum Oure og B1913 endaði við javnleiki 3-3. Vakra málið hjá Julian Johnson sæst á hesari leinkjuni: https://www.facebook.com/photo.php?v=10151826691945129&set=vb.515931001790206&type=2&theater










