Julian hevur knappa tíð

Venjarin hjá HB viðurkennir, at hann hevur knappa tíð at fáa sína ávirkan galdandi. Men hann sær stórar menningarmøguleikar í liðnum

- Eg havi ikki sæð stórvegis til føroyska fótbólt seinastu mánaðirnar. Men eg hugdi at HB um vikuskiftið, og tað er einki at ivast í, at liðið hevur fleiri sera dugnaligar fótbóltsspælarar.
Tað sigur Julian Hansen, sum komandi mánaðan skal standa á odda fyri besta liðnum hjá HB.
Mánadagin varð Kristján Guðmundsson, sum setti seg í venjarasessin hjá føroyameistarunum undan kappingarbyrjan, uppsagdur. Orsøkin var, at úrslitini og spælið hava ikki verið nøktandi.
HB er á øðrum plássi í Vodafonedeildini, trý stig aftan fyri oddaliðið.
- Um venjaraskiftið kemur óvart á ella ikki, tað er ikki mítt borð. Mín uppgáva er at vinna nakrar fótbóltsdystir, og tað er tað, eg hugsi um, sigur Julian Hansen.

Teir vístu HB-spæl
47 ára gamli Julian Hansen var millum áskoðararnir í Gundadali, tá HB legði rygg til eyðmýkjandi stórtap á heimavølli. FC Suðuroy vann 4-1.
Hansen staðfestir, at føroyameistararnir spældu eyðkenda HB-spælið fyrstu løtuna. Hann er bjartskygdur, hóast hann kennir ikki allar spælararnar enn.
- Eg veit, at tað er stórur menningarmøguleiki í hesum liðnum. Eg havi knappa tíð, men ætli mær at syrgja fyri, at liðið verður meira støðugt komandi vikurnar. Eg havi ongan møguleika at broyta alt, men smáar broytingar kunnu gera stóran mun. Eg ræðist ikki at spæla framrættaðan fótbólt og leypa á við nógvum monnum, vísir hann á.
Julian Hansen er ikki óroyndur sum venjari. Hann hevur áður verið knýttur at venjaratoyminum í ÍF Føroyar, og hann var hjálparvenjari hjá FC Amager, sum fór av knóranum fyri gott og væl tveimum árum síðan.
Seinastu tíðina hevur hann hjálpt til í ungdómsdeildini í Kastrup, har synirnir spæla.

Búgvin sum venjari
Julian Hansen loysti av Heine Fernandez sum venjari í HB í 2005. Tá stóð hann somuleiðis á odda fyri teimum reyðu og svørtu seinastu dystirnar.
Tað stóð honum í boði at halda fram í starvinum, men hann var ikki búgvin, metti hann. Men tað er hann nú.
Julian Hansen sigur, at tað er stór líkindi fyri, at hann fer at standa á odda fyri HB-liðnum í komandi kappingarári.
Hann hevur verið í Danmark seinastu dagarnar, men lendi aftur í Vágum seinnapartin.
Hann fer í vikuni at tosa við leiðsluna í Havnar Bóltfelag.
- Fyrst og fremst hugsi eg um komandi dystirnar. Vit hava ein sera torføran dyst á útivølli móti Víkingi sunnudagin. Hagtølini vísa, at teir eru favorittar. Nú hugsa vit um, hvørja ætlan, vit skulu hava fyri dagin, sigur Julian Hansen.