Julian hevur brotið beinið

Ágrýtni miðvallarin skal ganga við gipsi næstu seks vikurnar og verður tískil ikki við í landsliðsferðalagnum til Svøríkis í komandi viku

 

Landslið


Listin við spælarunum, sum í komandi viku skulu við landsliðnum til Svøríkis, er almannakunngjørdur. Millum sjálvskrivaðu nøvnini er Julian Johnsson. Men Julian fer ikki við landsliðnum til Svøríkis, og tað er møguleiki fyri, at hann heldur ikki verður tøkur, tá landsliðið seinnapartin av mars mánað skal spæla HM undankappingardystir í Luksemburg og Russlandi.

Julian hevur brotið beinið. Mánadagin varð hann gipsaður, og boðini frá læknanum vóru, at gipsið ikki fer av aftur fyrrenn um seks vikur. Tað vil við øðrum orðum siga, at sjøtul gott og væl verður sett á mars mánað, áðrenn Julian Johnsson aftur kann fara undir venjingina.

Sunnudagin spældi Sogndal venjingardyst á útivølli ímóti Brann. Dysturin varð spældur í Vestlandshallen. Tá eitt korter var farið, lá Julian á graslíkinum. Tað tóktist sum um hann hevði pínu, men hann treiskaðist, reisti seg aftur og var við allar 90 minuttirnar.

Pínan hvarv ikki, og eftir røntgenkanningar mánadagin staðfesti læknin, at eitt bein í øðrum fótinum var brotið, og at tað fór at verða neyðugt við seks vikum í gipsi.

? Tað er sera harmuligt, at vit hava mist ein av týdningarmiklastu spælarunum. Vit fyrireika okkum til nýggja kappingarárið í tippuliguni, og tað kemur illa við, at ein av monnunum, sum hevur royndir av at spæla í bestu deildini, nú er settur uttanfyri í so langa tíð, sigur Torbjørn Glommes, sum er venjari í Sogndal.


Ikki nóg búnir

Venjingardysturin sunnudagin vísti, at enn restar tað nógv í hjá Sogndal, áðrenn teir eru nóg væl fyri at standa seg í bestu deildini. Úrslitið var 6?2 til Brann, men tað var ikki fyrrenn síðsta korterið, at tað skrædnaði.

Sogndal var tvær ferðir á odda. Kurt Heggestad skoraði bæði málini. Tað er ikki føroyski máltjóvurin í Sogndal, Kurt Mørkøre, sum hevur skift eftirnavn. Talan er um norskan U?18 landsliðsspælara, sum teir í Sogndal rokna nógv við.

Venjarin hevur hesa frágreiðingina til, at góða gongdin fyrstu 75 minuttirnar sunnudagin endaði við stórtapi:

? Vit eru ikki nóg búnir til at spæla í tippuliguni. Tað gekk væl størsta partin av tíðini, men so var tað týðuligt, at okkara spælarar vóru troyttir. Teir hugsaðu ikki nóg klárt síðstu løtuna. Mistøkini vóru fleiri, og teir í Brann sektaðu tey eirindarleyst, sigur Torbjørn Glommes, sum kortini sigur seg vóna, at nógva og miðvísa venjingin fer at at síggjast aftur seinni í ár.

Næsti venjingardysturin hjá Sogndal verður sunnudagin 11. februar. Hann verður á heimavølli í Sognhallen og mótstøðuliðið verður Ålesund.