Tað hava verið leysasøgur seinnapartin, og Havnar Bóltfelag váttar uppsøgnina av Kristjáni Gudmundsson og Jóannesi Jakobsen, sum hevur verið hjálparvenjari.
- Hóast Vodafonelið okkara liggur á einum fyribils øðrum plássi, hava úrslitini og spælið higartil ikki verið nøktandi, havandi í huga fyritreytirnar. Tað verður nú tikið til eftirtektar, og tí er avgerð tikin um at loysa venjaratoymið úr starvinum við ávirkan beinanvegin. Vit vilja her við takka venjarunum fyri samstarvið og samstundis ynskja teimum bestu eydnu í framtíðini, skrivar HB í fráðboðanini í kvøld.
Julian Hansen og Hallur Danielsen hava spælt við HB í ungdómsárunum, og hava umboðað HB í bestu deildini í fleiri ár.
- Samstundis verður hervið boðað frá, at Julian Hansen og Hallur Danielsen taka yvir, sigur HB í fráboðanini.
Bæði Julian Hansen og Hallur Danielsen hava traðkað sínar barnaskógvar í HB og hava umboðað HB í bestu deildini í fleiri ár.