Jan Otto Holm, formaður í HB, vísir aftur, at Sigfríður Clementsen fer at loysa av Julian Hansen í venjarasessinum. Føroyameistararnir hava bara fingið 10 stig av 24 møguligum higartil í hesum kappingarárinum. Í gjár tapti HB heili 4-1 fyri B36 í slagnum um høvuðsstaðin.
Julian Hansen er ikki undir trýsti, sigur Jan Otto Holm.
- Eg kenni einki til hasar søgurnar. Vit hava fleiri ungar spælarar í hópinum, sum sleppa at royna seg í fremstu røð á fyrsta sinni. Tað krevur tíð. Tað eru framvegis 57 stig eftir at spæla um, og eg síggi onga orsøk til at skifta venjaran út, sigur Jan Otto Holm, formaður.
Sigfríður Clementsen hevur fyrr vunnið føroyameistaraheitið og steypakappingina við B36 og EB/Streymi. Tá var Magni Mohr, sum er hjálparvenjari hjá Juliani Hansen, eisini hjálparvenjari. Søgurnar hava verið í dag, at Sigfríður Clementsen verður skjótt kunngjørdur sum venjari hjá HB.
- Eg havi ikki prátað við nevndina í HB, og eg havi ikki hug at gera viðmerkingar til eitt starv, sum ein annar hevur, sigur Sigfríður Clementsen.









