Fyri fyrstu ferð í fýra ár er Kyndil annað liðið í finaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Kyndil vann 29-26 á VÍF í Vestmanna, og vann ein samlaðan 57-51 hálvfinalusigur.
Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 21-18 á Neistanum, og vann harvið ein samlaðan 58-53 hálvfinalusigur.
- Vit eru troyttir av standa sum vaktarmenn, og at selja pylsur, slær Kyndilsvenjarin, Julian Johansen fast.
Tíðliga í fyrra hálvleiki, tá VÍF var á odda 9-6, og tað var talan um samlaðan javnleik tók Julian Johansen Time Out fyri at rætta uppá verjuspælið, og tað hjálpti. Løtu seinni var javnleikur 9-9, og liðini fylgdust til Kyndil ímóti dystarenda fór framum.
Seinastu løtuna vardi VÍF langt frammi á vøllinum, men Julian Johansen undirstrikar, at tað vóru hansara menn fyrireikaðar uppá, og hann fegnast um, at kyndilsmenn spældu seg væl úr teimum støðunum.
Julian Johansen blakar favorittleiklutin í steypafinaluni yvir á H71, sum hann metir eru greiðir favorittar í steypafinaluni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr telefonsamrøðuna Rás2 gjørdi við Julian Johansen beint aftaná Kyndil fyri fyrstu ferð síðani 2014 hevði vunnið seg í steypafinaluna hjá monnum.










