Julian Johnsson var við, tá ið FC Svendborg um vikuskiftið spældi ímóti Varde í 2. deild vestur í Danmark. Men Julian var sendur undir brúsuna, tá ið góðir 20 minuttir vóru eftir at spæla. Tá fekk Julian seinna gula kortið og varð vístur út. Tá var støðan 1-1. Dysturin endaði við 4-2 sigri til Varde, sum skoraði tvey mál í yvirtíðini.