Julian fekk bronsu

Seinnapartin leygardagin verður steypafinalan hjá ÍA spæld ímóti FH, sum í síðsta umfarinum í landskappingini vann 7?0 ímóti meistaraliðnum úr KR

Tað eydnaðist ikki hjá Julian Johnsson og liðfeløgunm í ÍA at varðveita silvurplássið. Eftir átjanda umfarið fór FH akkurát framum ÍA og vann silvur. Hvuss hetta akkurát gekk fyri seg kundi kanska tykist rættuliga lítið sannlíkt.
ÍA var á útivølli í Vestmannaoyggjunum, og úrslitið har var 1?1. ÍA legði seg framum, tá ið tað restaðu sjey minuttir, og bara tveir minuttir seinni var støðan 1?1. ÍBV javnaði við brotssparki.
Undan átjanda og síðsta umfarinum lá ÍA til at fáa silvurkrónurnar. Men tað gekk FH, sum ÍA leygardagin skal spæla steypafinalu ímóti, ikki við til. FH hevði á Hafnafirði vitjan av meistaraliðnum KR, sum tær síðstu ferðirnar ikki hevur verið sannførandi, nú meistaraheitið fyri fleiri vikum síðani var komið til høldar.
Tað gekk eisini soleiðis, sum FH vildi hava tað at ganga. FH av Hafnafirði vann 7?0!, sum er heilt óhoyrt. KR spælarar sóu tvær ferðir reytt, og tað er eisini mest sum óhoyrt í Íslandi, at eitt og sama lið í sama dysti fær fleiri útvísingar ímóti sær, og ikki minst tá ið talan er um meistaraliðið, sum átti at havt víst størri áhuga.
Stóri sigurin bar við sær, at FH akkurát gjørdist nummar tvey, meðan ÍA endaði á triðja plássinum. Bæði liðini, FH og ÍA hava 30 stig, men stórsigurin á KR hevur við sær, at FH eigur betri málmun, enn teir í ÍA hava tað. Hjá FH er málmunurin +12, og hjá ÍA er hann +6. Stóra tapið í síðsta umfarinum hevur verið sær, at KR er vorðið meistari við so at siga nevativum skjúttaralista.
Leygardagin í hesi vikuni klokkan 14 lokala tíð fara ÍA og FH at spæla steypafinalu, og tað verður ivaleyst rættuliga spennandi.
Í botninum fluttu Valur og þróttur niður. Valur tapti 6?2 ímóti Fylkir á útivølli, og þróttur tapti 1?0 á útivølli ímóti Fram. Valur hevði tjúgu stig, og þróttur hevði 22 stig ella sama stigatal sum KA av Akureyri. Fyri KA var tað sera týdningarmikið, at teir megnaðu 1?1 í Grindavík í síðsta umfarinum.

Mynd: Julian
Í seinasta umfarinum fingu Julian og teir bert javnleik móti ÍBV, og so fór FH framum við betri málmuni eftir stórsigurin á meistarunum úr KR