Julian er nú næstfremst

Eftir ÍA sigur á Fylkir var tað mánakvøldið greitt, at KR er meistari longu tvey umfør undan kappingarenda

ÍSLAND

Íslendska landskappingin heldur frí næsta vikuskifti. Tá skulu íslendingar spæla mest spennandi landsdystin nakrantíð. Týskland vitjar á Laugardalsvøllinum, og um Ísland fer at vinna, so hava teir heilt góðar møguleikar at sleppa við í EM endaspælið í Portugal næsta summar.
Tvey tey næstu vikuskiftini verður endaspurturin í landskappingini. Men longu mánakvøldið varð greitt, at eingin spenningur er eftir um, hvør skal verða meistari. Julian Johnsson og liðfelagarnir í ÍA vóru á Árbæjarvøllinum í Reykjavík, har teir vunnu 1?0 ímóti Fylkir. Fylkir var einasta felagið, sum framvegis hevði møguleika at røkka KR. Tá ið Fylkir tapti var greitt, at KR, sum sama kvøld hevði vunnið 3?1 í Grindavík, var meistari. Teir hava 33 stig, meðan ÍA og Fylkir hava 26 stig.
Hetta var annað árið á rað, at ÍA við at spæla kappingarneytanum hjá KR eitt puss var orsøkin til, at KR vann meistaraheitið undan kappingarenda. Hetta spældu teir eitt sindur upp á í íslendsku pressuni í gjár, tí ÍA og KR eru gamlir kappingarneytar, og uppgerðirnar millum stóra felagið í vesturbýnum í Reykjavík og Akranes hava í mong ár havt serligan dám yvir sær.
KR hevur vunnið meistaraheitið 24 ferðir. Teir eru í hálvfinaluni í steypakappingini, og teir ætla sær at vinna báðar kappingarnar. Í steypakappingini er ÍA millum kappingarneytarnar.

Bara undanvindur
Fyri einum lítlum mánað síðani ella 10. august vóru teir á Akranesi á 8. plássinum og harvið heilt tætt at niðurflytingarplássunum. Síðani tá hevur gingið sum eftir ánni. ÍA hevur vunnið fýra sigrar upp í slag.
Mánakvøldið var tað tætt og spennandi á útivølli ímóti Fylkiri. Tað var fitt av vindi, og tað regnaði. ÍA hevði undanvind í fyrra umfarinum, og tað var málleyst inntil fýra minuttir vóru eftir. So skoraði Kári Steinn Reynisson fyri ÍA við fínum skoti upp í málhornið. Harvið var KR meistari, og harvið var eisini greitt, at ÍA hevði lyft seg úr fjórða og fram á næstfremsta plássið, samstundis sum teir høvdu trýst Fylkir niður á triðja plássið. Bæði liðini hava 26 stig. ÍA hevur málmunin +5, og Fylkir hevur málmunin +2.
Um dystin mánakvøldið verður sagt, at hann ikki var serliga væl spældur, at málverjarnir og miðverjarnir stóðu seg væl, og at tað mesta snúði seg um stríð á miðvøllinum. Tað plagar at vera matur fyri Julian Johnsson.
Í tveimum teimum seinastu umførunum tykist tað sum um, at avbjóðingarnar hjá ÍA eru eitt sindur torførari, enn tær eru hjá Fylkiri, men eitt er, hvat støðutalvansigur, og eitt annað er, hvussu nógv mótstøðuliðini fara at kenna seg kroyst at leggja fyri.
ÍA skal spæla á heimavølli ímóti Grindavík, sum er mitt í røðini og á útivølli í Vestmannaoyggjunum, meðan Fylkir skal spæla á útivølli á Akureyri ímóti illa sperda KA og á heimavølli ímóti Vali, sum eisini er heilt illa spert. Hjá ÍA ræður um at vinna, og soleiðis sum gongdin hevur verið síðsta mánaðin, so skuldi einki verið í vegin fyri, at Akranes fer at fáa fulla úrtøku, og at teir harvið hava góðar møguleikar at vinna silvurkrónurnar.