Julian er eitt vælsignilsi til okkara familju

- Tað er deiligt við nøkrum døgum við friði og møguleika fyri djúphugsni, heldur stjórin í Norðlýsinum, Jóhann Lützen.

 

Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, sigur, at tað serliga er konan, sum syrgir fyri jólagávunum. Hann hevur nøkur gubbabørn, men tey eru eftirhondini vorðin trøllvaksin, og soleiðis gerast jólagávurnar eisini færri.

- Men, gávuna til konuna keypi eg, sigur stjórin.

Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin? 

- Jólini verða hildin í Klaksvík og á Eiði saman við mínum nærmastu. Vit koyra eitt sindur ímillum, byrja jólini á Eiði hjá verforeldrunum - og so aftur til Klaksvíkar 2. jóladag.

Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?

- Tað besta er, at vit fingu okkara næsta son, Julian. Eitt satt vælsignilsi til okkara familju. Av øðrum kann nevnast føroyameistarheitið og steypasigurin hjá Mjølnir-monnunum og so sjálvandi føroyameistaraheitið hjá KÍ-monnunum.

Og hvat er tað keðiligasta?

- Eg veit ikki, um eg havi eitt svar upp á hendan spurningin, tí eg kann ikki koma í tankar um nakað serliga keðiligt í 2019. Okkurt hissini grenj her og har, men einki, sum kemur upp um "bagatellugrensuna", sum Jóhann Lützen tekur til.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini eru fyri familjuna, og familjan hevur størst týdning. Tískil eru jólini altíð eitt av hæddarpunktunum á hvørjum ári. Tað er deiligt við nøkrum døgum við friði og møguleika fyri djúphugsni.

Stjórin sigur, at hansara arbeiði tó ger, at heimasíðan hjá Norðlýsinum skal dagførast nakað um jólini, men tað er skjótt gjørt, leggur hann aftrat.