Julian: Dømingarnar gingu ímóti okkum

Kyndilsvenjarin er bersøgin um dømingina, og um Jónas Djurhuus hjá H71, sum datt ov lætt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein væl orðaðan, men bersøgnan venjara hjá Kyndilsmonnum í samrøðu Tróndur Arge gjørdi á Rás2, aftaná 29-25 (12-12) sigurin hjá H71 á Kyndli í Hoyvíkshøllini fyrr í kvøld.

 

Julian Johansen, Kyndilsvenjari heldur, at dømingin gekk ímóti hansara liði. Hann er eisini misnøgdur um, at summir H71-spælarar, og tá serliga Jónas Djurhuus eftir hansara tykki detta ov lætt, og fáa dømingar við sær á tann hátt.

 

Á sjálvkritisku síðuni heldur Julian tó, at teir í Kyndli megna ikki at verða við seinastu løtuna, aftaná ein javnan fyrra hálvleik, og javna gongd stóran part av seinna hálvleiki. 

 

Julian helt ikki, at saknurin í serbiska málverjanum, Mladen Mjerimacka var ikki so stórur í dag. Mladen Mjerimacka er givin í Kyndli, og fer fyribils heim til Serbia aftur at spæla hondbólt. 

 

Støðan í FTZ deildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71113102387222
2KÍF102522173513
3VÍF10270263713
4StÍF1026426049
5Kyndil11285288-39
6Neistin10234252-186
7Team Klaksvík10230327-970