Julian á beinkinum tá Hull tapti


Tað gongur illa í hond hjá Julian Johnsson og liðfeløgum hansara í Hull City. Týskvøldið tapti liðið 1-0 á heimavølli móti Carlisle, sum liggur í botninum. Hetta var fjórði ósigurin á rað hjá Juliani og teimum, sum ikki hava vunnið í seinastu sjey dystunum.
Carlisle skoraði einasta málið tíðliga í dystinum. Hull legði hart trýst á Carlisle í seinna hálvleiki, men útiliðið megnaði at halda málið reint. Julian varð settur inn eftir 62 minuttir, tá venjarin framdi tríggjar útskiftingar.
Hull hevur annars staðið seg ómetaliga væl á heimavølli, og liðið hevði undan dystinum ikki tapt á egnum grasi í eitt heilt ár.
Hull er komið í ein rættuligan aldudal og hevur tapt fýra teir seinastu dystirnar. Liðið hevur ikki vunnið ein dyst síðan 4. desember.
Avleiðingin er, at Hull nú er dottið burtur ímillum í oddastríðnum. Liðið liggur í løtuni á sætta plássi. Hetta gevur framvegis atgongd til uppflytingardystir, og Hull hevur tískil framvegis góðar møguleikar at vinna uppflyting.