Julian á beinkinum

Fótbóltur: Julian Johnsson sat á beinkinum tá Kongsvinger taptu móti Molde

Tá Julian Johnsson í vikuni kemur heim at fyrireika seg til landsdystin móti Kekkia, kann tað væl hugsast, at hann verður væl hvíldur og grammur eftir at sleppa at spæla.

Í síðstu viku søgdu vit, at hann spældi ikki næstsíðsta sunnudag, men tað var ikki rætt.

Nú sunnukvøldið var Julian Johnsson ikki við, tá Kongsvinger í 4-5-1 uppstilling á útivølli tapti 4-1 móti oddaliðnum Molde. Í hálvleikinum var støðan 1-1.

Kongsvinger er á fjórði niðasta plássinum, men teir hava spælt ein dyst færri enn tey flestu av hinum liðunum. Tann dysturin verður spældur í annaðkvøld. Tá kemur Rosenborg at vitja.

Rosenborg hevur í fleiri ár verið nógv tað besta liðið í Noregi, men nú hevur Molde tikið oddasessin frá teimum. Sum hjá so mongum øðrum, so hevur tað kostað hjá Rosenborg, at teir hava stírðst fyri at koma í meistarakappingina í Europa Cup. Síðsta mikukvøld eydnaðist tað teimum at spæla seg í bólkaumfarið.

Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at gangast teimum í annaðkvøld móti Konsvinger, og um Julian Johnsson aftur fær pláss á liðnum, har hann var fastur fúsur inntil teir fyri tveimum vikum síðani skiftu venjaran út í Kongsvinger.